Eingir handverkarar

Fleiri danskar byggiverkætlanir steðga, longu áðrenn tær rættiliga eru komnar í gongd. Byggiharrar og arkitektar bjóða fleiri arbeiði út, men til fánýtis, tí byggifyritøkurnar hava ov fáar handverkarar til at átaka sær uppgávurnar. Úrslitið er, at hvørki tað almenna, byggifyritøkur ella einstaklingar fáa handverkarar at átaka sær nýbygging ella umvæling, og tí verða fleiri verkætlanir útsettar og í ringasta føri sleptar, skrivar ritzau.