Tíðindastjórin á TV2, Michael Hertz, ásannar, at tað var rættiliga illa umhugsað av TV2 at senda innslagið, sum varð orsøk til kæruna frá Føroya Fiskimannafelag. Men eingir embætismenn hava borið við til hetta bálið, sigur hann.
?Tað er greitt, at vit hava ikki gjørt okkara arbeiði nóg væl, sigur hann. Har eru so ógvuliga nógvir leysir endar í søguni, sum vit als ikki hava kannað. Og tað er bara ikki nóg gott arbeiði frá okkara síðu, ásannar hann.
Sæð í baksýni er lætt at siga, viðgongur hann, at skipaninar, vit tosa um, líkjast ikki. Har eru nógvar torgreiddar reglur, og fyri føroyska partin er bert talan um ein heilt lítlan part av fiskimonnunum.
Spurdur um tað er so, sum formaður Føroya Fiskimannafelags hevur hug at halda, at keldan til søguna eru fólk, sum vóru á ráðstevnu um blokkstuðulin, ið hildin varð á Christiansborg, sigur Michael Hertz, at eingin embætismaður hevur borið við til hetta bálið.
?Vit hildu okkum hava funnið eina góða søgu, sum vit valdu at senda. Aftan á hava vit í ólukkmát sannað, at søgan var ikki nóg væl útborin. Tað er ikki av ræðslu fyri Pressenævnet, at vit hava rættað hana. Men bert tí, at vit hava ásannað, at hon var ikki røtt, sigur hann.
Hann sigur, at tann parturin av málinum, har Kristian Thuelsen Dahl frá Dansk Folkeparti hevur tikið málið upp politiskt, hevur einki við innslagið hjá TV2 at gera.
Hann hevði undan hesum innslagnum sett fíggjarmálaráðharranum nakrar spurningar, og tí valdu vit at gera eina samrøðu við hann, sigur Michael Hertz, tíðindastjóri í TV2.