Eingir Boysar á ólavssøku

Hóast Ólavsøkukonsertin í tíðindaskrivi í gjár, sum vit endurgóvu burtur úr í blaðnum, segði frá, at Boys In A Band spæla á konsertini, so er hetta ikki so.

Sambært Pæturi Zachariassen sangara í bólkinum, ringdi Ólavsøkukonsertin fyri fleiri mánaðum síðan við fyrispurningi, men Boys In A Band hava eina eksklusiva avtalu við G!Festivalin, ið forðar bólkinum at luttaka tílíkum tiltøkum, ið liggja so tætt við G!Festivalin. Tí fingu teir ikki uttan nakað játta at luttaka. Men skuldu venda aftur til Ólavsøkukonsertina við svari. Hetta gjørdu teir tó ongantíð. Tí vóru teir eitt sindur bilsnir, tá teir á Planet.fo í gjár kundu lesa, at teir vóru millum luttakandi bólkar á Ólavsøkukonsertini.