Í einum nýggjum áliti um flutning hevur ES-nevndin sett sær sum mál, at talið á bensinbilum í teimum evropeisku býunum skal skerjast eina helvt innan 2030. Tað næsta málið er, at í 2050 verða eingir bensinbilar eftir í býunum.
Siim Kallas, sum er kommiserur í flutningsmálum, sigur, at ístaðin fyri bensinbilar skulu evropear brúka elbilar, hybridbilar, almennu flutningsleiðirnar ella súkla. Í næstum kemur eitt uppskot frá kommiserinum um felags ES-reglur um, at bilførarar skulu rinda bummpengar fyri at koyra í býunum.
Høvuðsendamálið við tí nýggja flutningsálitinum hjá ES-nevndini er at gera Evropa minni heft av olju, samstundis sum málið er at skerha CO2-útlátið innan flutning á landi 60 prosent innan 2050.