Eingir áskoðarar til næsta landsdyst

Tá Ungarn og Føroyar spæla landsdyst 8. oktobur, verður tað uttan áskoðarar kring vøllin.

Tá Ungarn og Føroyar spæla landsdyst 8. oktobur, verður tað uttan áskoðarar kring vøllin.

 

Orsøkin er, at UEFA í gjár valdi at revsa ungarska fótbóltslandsliðið vegna áskoðaraófrið í heimadystinum móti Rumenia 4. septembur. Ungarsku áskoðararnir vóru ákærdir fyri at hava órógvað tjóðsangin og fyri rasismu. Harumframt var ein trappa sperrað undir dystinum.

 

UEFA hevur tí avgjørt, at komandi heimadysturin hjá Ungarn, sum er ímóti Føroyum, skal spælast uttan áskoðarar. Harumframt hevur ungarska fótbóltssambandið fingið góða hálva millión í bót.

 

Avgerðin ávirkar eisini føroysku fótbóltsfjeppararnar, tí heldur ikki teir sleppa at hyggja eftir dystinum.

 

FSF hevur seinastu vikuna selt pakkaferðir til Budapest við atgongumerki til dystin, men sambært Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivara, eru ikki nógvar ferðir seldar enn. Fótbóltssambandið kannar í løtuni, hvussu teir á bestan hátt fáa loyst málið fyri tey, sum hava keypt sær atgongumerki til dystin.