Hóast myndugleikarnir í Íslandi og Noregi hava gjørt av at brúka almennar pengar til at hjálpa fiskivinnuni at selja sínar vørur uttanlands, skulu føroyskir fiskaseljarar ikki vænta sær somu sømdir sum teirra norsku og íslendsku kappingarneytar.
Ikki tí, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásannar, at tann almenni stuðulin í Íslandi og Noregi er avlagandi fyri kappingina. Men hann er ímóti slíkum stuðuli, tí eftir hansara tykki eigur vinnan sjálv at rinda sína marknaðarføring, men landsstýrið eigur at hjálpa til, har tað er møguligt, serliga ígjøgnum uttanríkistænastuna, sigur Jacob Vestergaard.
-Í sambandi við tosið um, at vinnan skal gjalda tilfongisgjald, havi eg nevnt, at eitt møguligt tilfongisgjald átti at farið í ein grunn, sum kundi ment vinnuna á ymiskan hátt, millum annað við marknaðarføring. Mín persónliga meining er, at vinnan bert skal rinda vanligan partafelagsskatt, so vinnan sjálv kann nýta ein part av "tilfongisrentuni" til at marknaðarføra egnar úrdráttir, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard leggur afturat, at landsstýrið hevur ikki fingið nakran fyrispurning um stuðul til at marknaðarføra fiskaúrdráttir uttanlands. Men kemur ein umsókn, verður svarið nei, tí eingir pengar eru settir av til tað endamálið, sigur hann.