Í kreppuárunum kom ein lóg, ið sambært táverandi samgongu eigur lívið í Elektron, tí vandi var fyri, at tænasturnar, sum Elektron veitti, fóru at verða fluttar av landinum. Lógin, ið var protektionistisk, er seinni vorðin broytt til tað verra. Tað er sera týdningarmikið, at man minnist, hví Løgtingið samtykti hetta av fyrstani tíð. Tað var fyri at bjarga arbeiðsplássum í ringastu krepputíðum.
Í dag vilja fá innan fíggjarheimin viðganga, at vandin fyri at einki virksemi var eftir á Elektron, var reellur, hóast lítil ivi man verða um tað, tá man sá rembingarnar innan føroyska fíggjarheimin. Undir øllum umstøðum vildi tað verið harmiligt, um ein lóg, ið einaferð hjálpti Elektron, nú í einari forverraðari útgávu skal gerast eitt haft um beinið á sama stovni.
Nevndarformaðurin í Elektron, ið eisini er stjóri í Føroya Banka, hevði eina áhugaverda viðmerking í leygardagsbløðunum, ið reisir nakrar viðkomandi spurningar. Kann landstýrismaðurin í lógarmálum loyva sær at fara inn í eitt mál, har umsitingin hevur givið loyvi, bert tí, at hann heldur at loyvið ikki átti at verið givið útfrá sínari egnu alternativari tulking av lógini?
Loyvið, ið Elektron fekk frá Dátueftirlitinum, var givið í tráð við galdandi løgtingslóg. At landstýrismaðurin nú ætlar sær at koma við eini kunngerð, ið skal presisera hansara vilja, aftaná at Dátueftirlitið hevur givið loyvi í tráð við galdandi lóggávu, er demokratiskt ivasamt. Um landstýrismaðurin ætlar sær at broyta nakað, so eigur hann at fara í tingið við einum lógaruppskoti, heldur enn nú at koma við einari kunngerð.
Vit hava eitt annað mál, ið kann dragast fram sum ein paralellur til hetta mál. Navnalóggávan bleiv broytt herfyri, móti viljanum hjá Høgna Hoydal landstýrismanni í lógarmálum. Høgni Hoydal ger so eftir hetta eina kunngerð, ið sambært fleiri tinglimum ikki er í tráð við vilja løgtingsins í málinum, men heldur ein roynd at fremja sína egnu hugsan. Um hetta er rætt, so kennir landstýrismaðurin ikki sítt pláss mótvegis Løgtinginum.
Eingin yvir og eingin við síðirnar av Føroya Løgtingi. Soleiðis eigur tað at verða, eisini um landstýrismaðurin á økinum eitur Høgni Hoydal.
Hvør veit? Kanska hevur Høgni Hoydal grein í sínum máli, men hann eigur undir øllum umstøðum yvirbevísa tingið um hetta. Ein løgtingsviðgerð, har partapolitikkur er ein náttúrligur partur, er tað rætta forumið, um Høgni Hoydal ætlar sær, at gera nakað við reglur viðvíkjandi Dátueftirliti. Partapolitikkur tryggjar, at øll sjónarmið koma fram, hóast onkur kanska heldur, at tað var nógv lættari, um alt vit búði í einum høvdi ella einum flokki.