Sveis
Hóast Sveis framvegis verður styrkismett beint undir europeiska toppinum, so er einki at ivast í, at tað er eitt sterkt lið, sum leygardagin fer á vøllin á Svangaskarði.
VfB Stuttgart, Werder Bremen, PSV Eindhoven og enntá Arsenal eru millum feløgini, sum standa á visit-kortunum hjá einstøku spælarunum, og hetta í sjálvum sæs boðar frá eini ávísari góðsku á liðnum.
Í Sveis tykist spenningurin vera størstur um, hvussu tað fer at gangast hjá Marco Streller, tá hesin nú aftur fer í landsliðsbúnan. 23 ára gamli áleyparin, sum er sáttmálabundin í týska Stuttgart, var í seinastu undankapping besti málskjúttin hjá Sveis, men eitt beinbrot hevur í eitt ár hildið honum frá landsliðsfótbólti.
Hetta hevur viðført ein álopstrupulleika hjá sveisiska liðnum. Og tó at hesin trupulleikin ikki var so sjónskur móti Føroyum í Basel, so er hetta nakað, sum nógv hevur verið gjørt burturúr í sveisikum miðlum.
Eingin Yakin
Sæð við føroyskum eygum, so er tað helst eitt sindur troystarkent, at Koebi Kuhn, landsliðsvenjari, ikki hevur tikið Hakan Yakin við á liðið hesaferð. 10'arin, sum í Basel tagaði føroysku verjuna fullkomuliga sundur, hevur havt sera ilt við at fáa spælitíð í nýggja felagi sínum, Galatasary, og tí hevur venjarin gjørt av, at dystarvenjingin til landsliðsfótbólt er ov lítil!
Sveis er annars framvegis við í oddastríðnum í okkara bólki. Higartil hevur talan verið um ein sera javnan bólk, har øll liðini - sæð burtur frá Føroyum og Cypern - hava víst seg at vera sera jøvn. Vinnur Sveis dystin á Svangaskarði leygardagin, so hava teir fyribils lagt seg á odda íbólkinum.
Sveisiska liðið sær annars soleiðis út:
Málverjar: Pascal Zuberbuehler (Basel), Fabio Coltorti (Thun), Sebastien Roth (Lorient)
Verjuspælarar: Philipp Degen (Basel), Ludovic Magnin (Werder Bremen), Patrick Mueller (Basel), Alain Rochat (Bern Young Boys), Philippe Senderos (Arsenal), Christoph Spycher (Grasshoppers Zurich)
Miðvøllur: Tranquillo Barnetta (Hanover), Ricardo Cabanas (Grasshoppers Zurich), Johann Lonfat (Sochaux), Johann Vogel (PSV Eindhoven), Raphael Wicky (Hamburg), Reto Ziegler (Tottenham)
Álop: Alex Frei (Rennes), Daniel Gygax (FC Zurich) Marco Streller (Stuttgart), Johan Vonlanthen (Brescia)










