Eingin Wet T-shirt á hesum sinni

Ov lítil undirtøka er orsøkin til, at Rás2 kortini ikki skipar fyri Miss Wet T-shirt Føroyar Eftir ætlan skuldi sendingin Vágspop á Rás2 skipa fyri Miss Wet T-shirt Føroyar mikudagin, men lítla undirtøkan er orsøkin til, at kappingini kortini ikki verður veruleiki.

 

- Hetta hevði verið ein nýtt slag av showi í Føroyum, sum mong helst høvdu fegnast um, sigur Heri Jakobsen, ein av vertunum í Vágspop.

 

Nakrar ungar føroyskar kvinnur vóru á tilmeldingarlistanum hjá Rás2, men málið var, at í øllum førum 20 kvinnur skuldu á listan. Hetta mál varð ikki rokkið, og tí verður kappingin av ongum.

 

- Vit skipa ikki fyri Miss Wet T-shirt mikudagin, men tað er ikki óhugsandi, at kappingin kortini verður á skránni hjá Rás2 seinni, sigur Heri Jakobsen.