Fyribilstøl frá polska forsetavalinum í dag vísa, at einki valevni hevur fingið meiri enn 50 prosent av atkvøðunum, og sostatt verður eitt valumfar afturat. Sambært fyribilstølunum hevur virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, fingið 40,7 prosent av atkvøðunum. Tað er heldur minni, enn meiningakanningar undan valinum bendu á.
Hinvegin undirmettu kanningarnar stuðulin hjá Jaroslaw Kaczynski. Hann og fyrrverandi forsetin, Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukku 10. apríl, vóru brøður, og eygleiðarar høvdu væntað, at Jaroslaw fór at fáa nógvar samkensluatkvøður. Tað fekk hann ivaleyst eisini, og sambært fyribilstølunum hevur hann fingið 35,8 prosent av atkvøðunum.
Eftir hesum tølunum noyðast póllendingar aftur í valhølið at velja forseta.










