Eingin vinnari í Kekkia

Eingin av teimum stóru flokkunum hevur vunnið tjóðartingsvalið í Kekkia í gjár og í dag, men miðhøgraflokkarnir fáa meiriluta og kunnu skipa stjórn. Tá teir triðingar av atkvøðunum vóru taldar, høvdu sosialdemokratarnir lagt seg á fremsta pláss við 23,9 prosentum av atkvøðunum. Tað er kortini nógv minni, enn meiningakanningar undan valinum søgdu.

Teir høgrasinnaðu borgarademokratarnir høvdu fingið 18,6 prosent, og tað er eisini minni, enn meiningakanningarnar vístu. Kkortini er líkt til, at flokkarnir á miðjuni og teir høgrumegin miðjuna kunnu fáa meiriluta.

Tjóðartingsvalið í Kekkia byrjaði í gjár og endaði í dag. Umleið 65 prosent av veljarunum hava atkvøtt.

Valið bleiv útskrivað, tí tann seinasta stjórnin slitnaði, og síðani hevur ein starvsstjórn stýrt landinum.