Eingin vildi vátta at ein avtala er við Sonju

Hóast teir høvdu møguleikan til tað, vildi eingin í samgonguni vátta, at samgongan hevur avtalað við Sonju Jógvansdóttir um skattafrádrátt

Enn er tað ikki váttað, at samgongan hevur avtalað við Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, og samgonguna, um at limir í fakfeløgunum skulu sleppa at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti.

 

Tað hevur verið eitt hjartamál hjá Sonju Jógvansdóttir, tí hon sær stórt samfelagsvirði í, at fólk lima seg inn í fakfeløg, tí so er arbeiðsmarknaðurin skipaður, og tað elvir bæði til størri vøkstur og minni ójavnvág ímillum fólk.

 

Og nú hon legði uppskotið fram, hevur hon tvíhildið um, at hon hevur havt eina skrivliga avtalu við løgmann um at hetta skuldi samtykkjast.

 

Men tá ið málið varð til umrøðu í Løgtinginum í gjár, vildi ongin í samgonguni  vátta, at ein slík avtala fyriliggur. Nøkur fá løgtingsfólk høvdu orðið, men tá ið tey vórðu biðin um at vátta, at ein slík avtala fyriliggur, smoygdu tey sær undan at svara. Tað einasta, onkur av teimum søgdu, var, at finst ein slík avtala, skal hon halda.

 

Heldur ikki Sonja Jógvansdóttir sjálv vildu vátta, at avtalan finst og tað er meiri enn ivingarsamt um tað verður samtykt, tí yvirhøvur hildu tinglimir, at tað skulu vera so fáir frádráttir sum gjørligt, men afturfyri at øll ein fastan frádrátt í skattinum.

 

Skulu løntakarar draga fakfelagsgjaldið frá, fer tað at kosta landskassanum 10 milliónir næsta ár í mistari inntøku og tinglimir í andstøðuni trúðu einki upp á, at talan kundi vera um eina avtalu um at seta tað á fíggjarlógina, tá ið eingin segði seg vita av eini slíkari avtalu.

 

Eisini Kári P. Højgaard, tinglimur fyri Sjálvstýri, sum hevur gjørt semju við samgonguna um fíggjarlógina, helt fyri, at vóru nakrar avtalaur av hasum slagnum, mátti minsta kravið vera, at teir flokkar, sum høvdu gjørt semju um fíggjarlógina, vistu av tí.

 

Eisini løgmaður sjálvur hevur áður borið seg undan at vátta, at talan er um eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir um hetta.