Í morgin eru 40 ár liðin, síðani amerikanski forsetin John F. Kennedy varð skotin í Dallas í Texas, og í tí sambandi hevur hann verið nógv umrøddur í amerikonskum fjølmiðlum seinastu dagarnar.
Men áhugin vísti seg ikki at vera serliga stórur, tá ein maður nú um dagarnar royndi at selja eina privata sjónvarpsupptøku av føðingardegnum hjá Kennedy tann 19. mai í 1962. Á filminum sæst Marylin Monroe syngja "Happi Birthday" fyri forsetanum, og Harry Belafonte er eisini á upptøkuni. Eigarin hevði væntað at fáa 8.000 dollarar fyri upptøkuna, men hann fekk ikki eitt einasta boð og gjørdi tí av at hava sjónbandið sjálvur.
Harafturímóti var stórur áhugi fyri ymsum øðrum lutum. Nakrar hondskrivaðar kladdur hjá John Lennon av sanginum "Nowhere Man" fóru fyri meiri enn tríggjar milliónir krónur.