Silverstein Properties hevur ikki fingið nógvar fyrispurningar, síðani fyritøkan lýsti við skrivstovuhølum, sum eru til leigu í teimum nýggju bygningunum, sum standa í gerð á Ground Zero í New York. Ætlandi sleppa teir fyrstu leigararnir inn í hølini næsta ár, men enn er tað bara útleigufyritøkan sjálv, sum hevur skrivað undir sáttmála um at leiga høli har, skrivar Financial Times.
Tann lítli áhugin fyri teimum nýggju skrivstovuhølunum hevur nú fingið ST at vísa bygningunum áhuga. Ein talsmaður hjá heimsfelagsskapinum vátar fyri Financial Times, at felagsskapurin hevur brúk fyri fleiri hølum, tí tann gamli ST-bygningurin skal umvælast. Tað arbeiðið er mett at taka eini sjey ár, og tí er tað ikki óhugsandi, at ST fer at húsast á Ground Zero, meðan tann gamli bygningurin verður umvældur, skrivar blaðið.