Tað leikar hart á hjá teimum svensku sosialdemokratunum í hesum døgum. Í langa tíð er flokkurin dottin longri og longri niður í veljarakanningunum, og fallið gjørdist uppaftur størri, tá Håkan Juholt segði formanssessin frá sær um vikuskiftið. Nú siga bara 24 prosent seg vera sosialdemokratar, og so fáir hava teir ikki verið í 45 ár.
Håkan Juholt kom í politiskt óføri í heyst, tá tað kom fram, at óskil var í hansara avrokningum viðvíkjandi koyripengum frá Ríkisdegnum, og hóast floksleiðslan segði seg hava álit á honum, var einki at gera. Skriðan var lopin.
Juholt sá skriftina á vegginum og takkaði fyri seg. Men flokkurin hevur einki annað formansevni. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Pär Nuder hevur verið nevndur sum eitt boð, men hann sigur nei takk, og tað sama ger ein annar fyrrverandi ráðharri, Thomas Bodström. Sambært einari kanning hjá Expressen vilja teir flestu sosialdemokratarnir hava fyrrverandi ES-kommiserin Margot Wallström til floksformann, men hon vil heldur ikki.
Eitt eru teir politisku eygleiðararnir í Svøríki samdir um, og tað er, at sosialdemokratiski flokkurin má fáa ein nýggjan formann skjótt. Tað seinasta valúrslitið var tað ringasta í 100 ár.










