Byggivinna
Einki boð kom upp á timburarbeiðið, tá tilboðini upp á nýggja barnagarðin í Runavík vórðu latin upp. Boðið verður nú út av nýggjum, sigur borgarstjórin.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at hann var rættiliga ovfarin, tá greitt var, at eingin vildi átaka sær at gera timburarbeiðið.
?Tað sigur bara, hvussu høg ferðin aftur er í samfelagnum, sigur hann. Samfelagið er farið umkoll.
Rodmundur Nielsen sigur, at tilboð komu upp á øll hini arbeiðini, boðin vórðu út.
Tað, sum hann var mest spentur upp á, var at vita, hvørjum støði tey vóru á, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at tilboðini vóru rættiliga væl á leið við tað, hildið var rímiligt.
Tá greitt var, at eingin vildi fara undir timburarbeiðið, varð gjørt av at bjóða út aftur í innbodnari lisitatión. Fyrru ferðina var tað í almennari lisitatión, sigur Rodmundur Nielsen. Hann sigur, at nakrir timburmeistarar hava játtað at vera við í nýggju lisititatiónini.
Tað er heilt neyðugt at fáa nýggja barnagarðin í Runavík, sigur borgarstjórin.
Tað var Kongshavnar Kvinnufelag, sum í síni tíð tók stig til gamla barnagarðin, sum nú er vorðin so ótíðarhóskandi, at neyðugt er at flyta. Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur.