Eingin vil lurta eftir Powell

Higartil hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, ikki fingið stórvegis burtur úr friðarferð síni í Miðeystri. Og eitt uppskot um ein Miðeystur-toppfund vinnur neyvan frama.

Sunnudagin varð í spenningi bíðað eftir, hvat fór at koma burtur úr fundinum millum amerikanska uttanríkisráðharran, Colin Powell, og palestinska leiðaran, Yasser Arafat, men aftan á tann tríggjar tímar langa fundin var semja um, at lítið og einki var komið burturúr.
Sjálvur segði Powell, at fundurin hevði verið gagnligur, men hann ásannaði samstundis, at enn var langt á mál til eina vápnahvíld. Arafat segði einki, tí hann hættaði sær ikki útum at tosa við tíðindafólkini, tí hann kendi seg ikki tryggan uttan fyri dyrnar.
Leygardagin kravdi Powell, at Ísrael skuldi taka seg aftur av Vestara Áarbakka, men tí sýtti Ariel Sharon, forsætisráðharri fyri. Arafat sigur, at hann fer ikki at kunngera vápnahvíld, fyrr enn teir ísraelsku hermenninir eru tiknir aftur.
Samstundis krevur Sharon, at teir palestinsku myndugleikarnir skulu flýggja Ísrael menninar, sum beindu fyri ísraelska ráðharranum Zeevi í oktober í fjør, men tað vil Arafat ikki.
Ísraelskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at teir báðir partarnir hava læst seg fastar, og fjølmiðlarnir fýlast á, at Powell ikki hevði eitt uppskot til eina politiska loysn við sær, tá hann fór úr Washington. ùrslitið er, siga fjølmiðlarnir, at hvørgin av pørtunum vil lurta eftir amerikanska uttanríkisráðharranum.
Ariel Sharon hevur skotið upp, at USA skal skipa fyri einum Miðeystur-toppfundi í Washington. Sambært uppskotinum skulu leiðararnir í Jordan, Egyptalandi, Marokko, Saudiarabia og teimum smáu londunum við Persaflógvin luttaka á fundinum saman við Sharon sjálvum. USA skal leiða samráðingarnar.
Yasser Arafat skal hava tikið undir við uppskotinum um ein toppfund í USA, men tað er ein stórur spurningur, um Arfat yvirhøvur sleppur á fundin. Sharon hevur fyrr skotið upp at halda tílíkan fund, og ta ferðina ætlaði hann ikki, at Arafat skuldi sita við samáðingarborðið. Sigur hann tað sama nú, er lítið hugsandi, at teir arabisku leiðararnir fara til Washington, tí teir vilja ikki samráðast uttan um palestinska leiðaran.