Stóra og kenda Neverland ognin, sum poppsangarin Michael Jackson átti, hevur í eitt heilt ár staðið til sølu, men framvegis hevur eigin keypt húsini.
Neverland, sum verður roknað sum ein tann kendasta adressan í heiminum, liggur einar 200 kilometrar frá Los Angeles. Michael Jackson keypti húsini í 1988, og tað var hann, ið gav húsunum navnið Neverland. Í stórdøgunum hjá Jackson vóru djóragarður og tivoli inni á økinum.
Núverandi eigarin er fyritøkan Sycamore Valley Ranch, og tey viðganga, at tað er trupult at sleppa av við Neverland.
- Marknaðurin fyri marglætishús av hesum slagi er ikki tann sami, sum hann var fyri nøkrum árum síðani. Tað eru bert fáir milliardingar, sum hava ráð at keypa og eiga húsini, sigur Brendon De Simone, talsmaður fyri eigararnar, við Bloomberg News.
Neverland er sett til sølu fyri slakar 700 milliónir krónur.