Fyri góðum tveimum árum síðani varð nógv gjørt, tá ið eitt bilavirki í India kom á marknaðinum við Tata Nano, sum skuldi vera heimsins bíligasti bilur.
Upprunaliga kostaði hann einar 14.000 krónur, men síðani er prísurin uppfarin og nú táttar hann í 20.000 krónur.
Men hóast hann fekk meiru umrøðu tá ið hann kom fram, enn nýggja modellið hjá Rolls Royce, sum kom samstundis, og hóast 20.000 ikki er nógv fyri ein bil, hevur Tata Nano verið ein sjáldsom sjón á indisku vegunum, skrivar danska blaðið Motormagasinet.
Sagt verður, at tað eru serliga tvær orsøkir til, at so fá vilja hava bilin. Onnur orsøkin er, at prísurin hækkaði úr 14.000 krónum heilt upp í 20.000 krónur.
Hin orsøkin er, at stúrt verður fyri trygdini av tí at bilurin er so lítil og skirvisligur.
Annars var ætlanin eisini at gera eitt serliga fínt modell av Tata Nano til marknaðin í Evropa, men tað er lagt á hyllina, í hvussu so er fyribils.