Eingin vil hýsa Muhammed teknara

Kurt Westergaard, sum teknaði tekningina av Muhammed, har hann hevur eina bumbu í turbanini, hevur skjótt einki stað at vera. Seinastu tíðina hevur teknarin búð á hotellið, sum PET hevur hildið eygað við, men nú hevur leiðslan á hotellinum sagt, at tey vilja hava teknaran út í seinasta lagi hósdagin. – Eg visti fyri, at hetta kundi henda. PET hevur tíverri ikki funnið onnur hotell, sum vilja hýsa mær, so frá hósdegnum havi eg einki stað at halda til, sigur Westergaard við Danmarks Radio.