Déjá Vu telist millum mest lovandi bólkarnar í landinum.
Teir gjørdu rættiliga vart við seg í Prixnum fyrr í ár og vóru tað føroyskir dómarar og áhoyrarar, sum høvdu seinasta orðið at siga, so vunnu teir kappingina.
Men útlendsku dómarunum dámdu betur Gestir, so sníktu teir úr Eysturoynni seg fram um havnabólkin.
Men hóast limirnir í bólkinum gera nógv við tónleikin, og hugurin framvegis er stórur, so hava teir ein trupulleika.
Tað er ein trupulleiki, sum gongur aftur ímillum nógvar føroyskar tónleikarar.
Déjá Vu manglar venjingarhøli, og tað tykist, sum teir ikki sleppa burtur úr óndu ringrásini at leita eftir tónleikaligum innivisti.
Í trappuni og spæla
Vánaligu og skiftandi umstøðurnar at venja undir ávirka arbeiðið í bólkinum.
? Tað drepur kreativitetin í bólkinum, at vit eingi høli hava at venja í, sigur Rógvi Rasmussen, sum er bassspælari hjá Déjá Vu.
? Í løtuni venja vit bara, tá ið onkur tiltøk eru á skránni, men vit hava ikki umstøður til at arbeiða frítt og lata kreativitetin blóma. Vit finna heilt einfalt einki høli at venja í, sigur hann.
Seinastu tíðina hava teir vant í gongini hjá trummuspælarunum, tí foreldrini hava verið burturi í feriu. Onkrir hava sitið í trappuni, og tað undirstrikar bara neyðarsligu støðuna hjá bólkinum.
Uttanlands
Déjá Vu endaði sum nummar 2 í Prix Føroyum fyrr í ár, og ein av donsku festivalunum, sum var umboðaður til tiltakið bjóðaði Déjá Vu at spæla hjá sær. Fyrr í ár vóru teir tí í Jelling og spældu, og hetta var eitt stuttligt upplivilsi.
? Tað var ikki so øgiliga nógv fólk í tjaldinum, har vit spældu, men vit kláraðu at fanga tey, sum vóru har, og tað var eingin av teimum, sum var komin inn, sum rýmdi, meðan vit spældu, greiða teir frá.
Eftir framførsluna í Jelling vórðu teir í skundi boðsendir at koma til ein festival uttan fyri Århus at spæla, tí ein bólkur hevði givið avboð. Hetta gjørdist hugaligur eykavinningur á ferðini í Danmark.
? Tað var feitt upplivilsi at vera til festivalin í Jelling, siga teir og tykjast verða púra samdir.
Fara í studio
Tónleikararnir í Déjá Vu skriva nógvan tónleik, og teir hava í eina tíð havt ætlanir um at fara í upptøkuhøli at spæla inn.
Hendan ætlan er ikki slept, og teir rokna við, at teir byrja at taka upp í heyst. Ætlanin er at taka tónleik upp til eina fløguútgávu.
Men áðrenn er tað stóra konsertin á ólavsøku, sum bjóðar av.
? Eg haldi, at hetta er besta skráin fyri ólavsøkukonsertina nakrantíð. Bólkarnir eru sera góður, og teir kunnu savna eina stóra og breiða fjøld av fólki, heldur Rógvi Rasmussen.
- - -
Déjá Vu
Líggjas Olsen ? sang og ljómborð
Flóvin E. Viderø ? sang og gittar
Rói Christiansen ? gittar
Rógvi Rasmussen ? bass
Rúni W. Højgaard ? trummur
Deja Vu var stovnaður í 2000, tá ið bólkurin Siesta fekk ein nýggjan gittarspælara. Navnið á bólkinum var tá broytt til Deja Vu. Síðani hava teir spælt til ymisk tiltøk, so sum Prix Føroyar 2001 og 2003, mðnámsveitsluna 2001, til dans, og teir hava eisini spælt akkustisk sett á caféum. Eisini hava teir verið til eina kapping í Danmark, har teir gjørdust nr. 2.
Tónleikurin er heimagjørdur við inspiratión frá nógvum ymiskum bólkum so sum Sting, Radiohead, Turin Brakes og Elbow. Teir royna tó at gera nakað, sum kann kallast egið.
Í næstum ætla teir sær at fara í studio at taka tónleik upp til eina útgávu.