- Eingin verulig hækkan

Talan er í veruleikanum um eina lækking upp á næstan hálvaaðru millión til heilsuøki, hóast fíggjarlógarálitið setir sjey milliónir afturat til sjúkrahúsverki.

Hóast álitið úr figgjarnevndini sigur, at heilsumálaráðharrin fær 7 milliónir afturat at arbeiða við, so sigur Karsten Hansen, at hann í veruleikanum hevur eina minni játtan enn upprunaliga væntað.

 

Í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini um broyting í fíggjarlógini fyri 2015, stendur at sjey milliónir verða veittar sjúkrahúsverkinum afturat játtanini í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum.

 

Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Karsten Hansen, vísir aftur, at talan er um eina veruliga eykajáttan til heilsuøki, tó at talan kortini er um eina uppraðfesting, sambært honum.

 

- Tað varð væntað á fíggjarlógini, at psykiatriska øki fór at spara 10 milliónir krónur við at flyta fólk úr psykiatriska deplinum og yvir í nýggja sambýlið Eystan Heyg. Tó var veruliga sparingin bert fýra milliónir krónur, tí einans fá fólk eru flutt, sigur Heilsumálaráðharrin.

 

Karsten Hansen vil sostatt vera við, at talan er bert um eina eykajáttan á ta einu milliónina, men hon hvørvir eisini, tí talan er ikki um meira pening, men um at flyta pening úr einari kontu í aðra. 

 

- Tvær av teimum sjey eyka milliónunum í álitinum eru neutralar, skilt á tann hátt, at tær longu vóru á fíggjarlógini. Tær eru bert fluttar úr Heilsutrygd og yvir í Landssjúkrahúsið. Sostatt verður talan í veruleikanum um eina lækking upp á næstan hálvaaðru millión, sigur Karsten Hansen.

 

Sambært landsstýrismanninum, er tað hesar báðar milliónirnar úr Heilsutrygd, sum eftir ætlan skulu fíggja ein giktlækna afturat.

Hvussu støðan verður við leiðaranum fyri psykiatriska øki er framvegis óvist, men Karsten Hansen sigur, at øki verður uppraðfest.