Eingin venur í Frem

Venjarar og spælarar hjá Frem, har Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen spæla, eru fangaðir í einari støðu, sum ikki er nøktandi fyri nakran.

 

Hetta ger venjarin, Anders Theil greitt yvirfyri bold.dk: - Vit hava ikki vant síðani vit spældu dyst farna hósdag. Í morgin fara vit á fund við Spillerforeningen og Frem, og so mugu vit síggja hvat hendir, sigur Anders Theil. - Hvørt vit spælda í Silkeborg sunnudagin, ella ikki, verður greitt í morgin, men tað er sjálvsagt, at tað er ógvuliga frustrerandi fyri meg og spælarnar. Koma boðini um, at vit skulu spæla sunnudagin, so snýr tað seg um hvør ynskir at sleppa at spæla, og um ein bjargingarætlan er tøk. Har eru nógvir spurningar, sum skulu svarast í morgin, undirstrikar Anders Theil.

 

Anders Theil og spælarnir hjá Frem, hava ikki fingið løn fyri mai mánað enn.