Eingin venjing í dag

Tað eydnaðist ikki EB/Streymi at venja á Amager í dag, sum ætlanin annars var

Umleið klokkan 18.00 fara tey 23 í ferðalagnum hjá EB/Streymi úr Kastrup og til Tbilsi í Georgia. Ferðast verður í trimum bólkum, og sambært ferðaskránni ætlast tey at lenda millum klokkan 3 og 4 í nátt.

Einasta venjingin verður á dystarvøllinum mánakvøldið klokkan 17 føroyska tíð, sum er eitt samdøgur, áðrenn stóra avbjóðingin ímóti Dinamo Tbilsi er á skránni týsdagin.

At tað ikki bar til at venja í Keypmannahavn í dag komst av, at EB/Streyma ferðalagið ikki fór úr Vágum fyrrenn klokkan 01.30 í nátt. Harvið vóru tey ikki á gistingarhúsinum fyrrenn klokkan fimm í morgun. Tá ið teir vóru uppi aftur og høvdu etið var tíð at fara aftur í lufthavnina í Kastrup.