Silvurvinnararnir úr H71 skulu hava nýggjan venjara, eftir at Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen ikki halda fram sum venjarapar. Enn er tó eingin venjari settur.
- Tað verður arbeitt stútt við tí, men vit eru ikki komin til nakra avkláring enn. Eg dugi heldur ikki at siga, nær vit eru til reiðar at melda nakað út, sigur Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71.
Les eisini: Brasiliumaður skal venja Neistan
Hon sigur, at felagið hevur ein bólk at taka sær av venjaraspurninginum, og at tað verður leitað bæði innan- og uttanlands eftir nýggja venjaranum.










