Hjá fólki, sum hevur søkt bjørgini, er ikki trupult at siga, hvørji egg talan er um á viðheftu mynd. Truplari er at gita, hvør eigur eggini, og hvaðani tey eru komin.
Nú er tað ikki bara menn, sum søkja bjørgini, og tí er ikki rætt at siga, at talan bara er um bjargamenn - men heldur um bjargafólk.
Her eru tríggir spurningar, harav tveir, sum eru rættiliga torførir at svara upp á - fyri ikki at siga heilt ógjørligir.
Fríggjadagin, tá undirritaði var á veg við Ternuni av Gomlurætt til Skopunar, tók eg viðheftu mynd.
Komin til Sands, vísti eg eldri bjargamanni myndina á telduni. Eg segði, at eg vildi seta honum tríggjar spurningar, harav hann neyvan ivaðist í tí fyrsta.
Men, líka so lítil, sum ivin var um hin fyrsta spurningin, var ivin stórur um teir báðar næstu - og spurningarnir vóru hesir:
1) Hvør fuglur hevur vorpið hesi eggini?
2) Hvør hevði tey við umborð á Ternuna?
3) Hvar eru eggini rænd?
Tað var, sum eg segði frammanundan. Hetta eru lomvigaregg. Als eingin ivi var um tað. Lomvigaregg kunnu vera ymisk litt - og menn plaga at siga, at eingi egg eru eins.
Hvør maðurin var, sum hevði eggini við sær, havi eg ikki hug at avdúka, tí annars fær viðkomandi helst Heilsufrøðiligu Starvsstovuna upp á nakkan.
Men, eggini eru rænd á Langanesi í Íslandi, og hvør kundi gitt tað?
Maðurin hevði verið í Íslandi hjá tannlækna og hevði fingið hesi lomvigareggini frá einum vinmanni har yviri og hevði tikið tey heim við sær til Føroya.