Ein leyslig meting vísir, at fyribils hava vit fingið umsókn um arbeiðsloysisstuðul frá umleið1.500 fólkum, sum eru send til hús í kjalarvørrinum á koronakreppuni.
Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als.
Hann sigur, at Als fær umsóknir í einum jøvnum streymi alla tíðina og beint nú hava tey eini 360 teldubrøv, sum tey ikki hava havt stundir at lesa enn, og tí veit hann heldur ikki, hvussu nógv fólk tær umsóknirnar fevna um.
Magni á Deild Olsen sigur, at á Als er alt annað virksemi lagt til viks fyribils, so nú sita eini 20-25 fólk burtur av og avgreiða hesar umsóknirnar.
Hann sigur, at tey fyrstu fólkini fara at fáa gjald longu nú týsdagin. Vanliga rindar Als arbeiðsloysisstuðul aðru hvørja viku, men tað er væl hugsandi, at tey ikki fara at bíða í tvær vikur til næsta útgjald verður. Sostatt er væntandi, at eitt eyka útgjald verður aftur seinni í næstu viku.
Hann vísir á, at tað eru eini 16.000 – 17.000 fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, men tað er ómøguligt at meta um, hvussu nógv av hesum enda í Als.
Men áður hava tey mett, at talan kann verða um eini 5.000 fólk, og so er tað eisini spurningurin, hvussu leingi kreppan varar.
Tað, sum nú hendur, var í grundini ikki endamálið við Als, tí hesi fólkini eru ikki søgd úr starvi, sum annars er ein fortreyt fyri at fáa stuðul úr Als. Og verður tað talan um eitt stórt tal á fólki, sum kemur í Als, tí tey eru send heim í koronakreppuni, gongur tað skjótt úr kassanum.
Men stjórin sigur, at táið kreppan er av, er væntandi, at arbeiðsloysið fer at vera hægri enn tað er nú, og Als má eisini verða so væl fyri tá, at eisini tey mugu fáa útgjald.
Men hvussu tað verður í tíðini eftir korona, eru spurningur, tey slett ikki hava viðgjørt enn, tí enn hevur eingin hóming av, hvussu álvarsamt hetta verður, og hvussu nógv tað fer at kosta Als.
Alt hetta verður støða tikin til, tá ið tey hava eina hylling á, hvussu roknistykkið hjá Als sær út, táið kreppan er avhæsað.
Í hesum sambandi hava politikarar róð fram undir, at Als skal fáa ein part endurgoldnan úr landskassanum, men tað er ein politiskur spurningur, sum støða ikki er tikin til enn.