Leiðarin fyri veðurlagsumsitingini hjá ST, Yvo de Boer, væntar ikki, at altjóða samfelagið fer at røkka einari semju á veðurlagsøkinum í hsum árinum. Tað næsta samráðingarumfarið verður í Meksiko í desember, men Yvo de Boer sigur, at tað ber ikki til at fáa nakra endaliga semju tá.
-Í Meksiko fara vit at seta út í kortið, hvønn veg vit skulu fara, og síðani kunnu vit tosa um sjálva semjuna, segði de Boer á einum veðurlagsfundi í Týsklandi í gjár.