Sløkkiliðsmenn hjá Tórshavnar Sløkkiliði kundu í morgun staðfesta, at eingin var inni í húsunum við Sundsvegin í Havn, sum brunnu í grund í morgun.
– Húsini stóðu í ljósum loga, tá vit komu á staðið, siga sløkkiliðsmenninir, sum fingust við at sløkkja teir síðstu glóðirnar, tá in.fo vitjaði á staðnum í morgun.
Húsini eru stoypt úr betong og klødd við timburi innan og uttan. Alt er brunnið innan úr húsunum, og bara múrarnir standa eftir. Ein partur av konstruktiónini var úr timburi, og har er brunnið út í gjøgnum. Høvdu húsini verið úr timburi, so var alt brunnið niður, siga sløkkiliðsmenninir.
Húsini verða nú tryggjað við at leggja trol útyvir, so skaði ikki stendst í vindinum. Løgreglan skal eisini kanna, hvør orsøkin var til eldin.