Stýrimaðurin, sum hevði vakt, var fullur, og eingin var á brúnni, tá eitt skip fór á land á Bornholm í februar Eingin var á brúnni, tá farmaskipið ?Wani Will? fór á land nærhendis Rønne á Bornholm fyri trimum mánaðum síðani.
Danska sjóferðslustýrið, sum hevur kannað málið, sigur, at stýrimaðurin, sum hevði vakt, var farin av brúnni uttan at vissa sær, at onkur annar var har. Harafturat var stýrimaðurin drukkin.
Farmaskipið var á veg til Estlands, tá óhappið hendi.