Eingin vanlukka

 Hatta taka vit aftur í Klaksvík. Tað beri eg ongan ótta fyri.
Soleiðis fullu fyrstu orðini frá Báru Skaale Klakstein, tá vit eftir fyrsta finaludystin móti Neistanum fingu orðið á altíð væl stríðandi vongspælaran hjá Stjørnuni.
Í dystinum sunnudagin var hon ein av spælarunum, sum gekk á odda, tá liðavrikið hjá Stjørnuni skuldi togast uppeftir, og hon var eisini skjót at viðganga, at liðið ikki riggaði nóg væl
 Stóran part av fyrra hálvleiki riggar verjan hjá okkum als ikki. Vit koma tó nakað aftur undan steðginum, men heilt upp á slætt koma vit ongantíð. Og so verður tað sera strævið, tá tú alla tíðina rennur aftaná.
Og so sá enn einaferð út til, at tit hava trupulleikar, tá Manuela Stan stendur í málinum hjá mótstøðuliðnum?
 Tað veit eg ikki. Hyggur tú at henni, áðrenn tú skjýtur, so fært tú bóltarnar framvið. Men so skjótt, sum vit gloyma hetta, so geva vit henni loyvi at verða góð, heldur Bára.
Og so slær hon at enda fast, at spælir Stjørnan upp til sítt besta, so ivast hon ikki í, at tað verður neyðugt við einum triða finaludysti.
 Fáa vit verjuna at koyra frá fyrsta bríksli, og skora vit upp á kjansirnar. So ivist eg ikki eina løtu í, at vit vinna dystin.