Eingin vón um tosk í Ný Foundlandi

Í Grønlandi er toskurin komin aftur, men einki røkist fyri, at sama fer at henda í Ný Foundlandi og við Labrador Í Ný Foundlandi hava tey nú mist vónirnar um, at toskurin fer at koma aftur í aftur.

Tað eru nú eini 15 ár, síðan toskurin hvarv við Ný Foundland og Labrador, og enn røkist einki fyri, at fiskurin fer at koma aftur.

Langa tíðin hevur ført til, at vónirnar hjá fólki um hesar leiðir um, at toskurin fer at koma aftur, eru smáar.

Peningur er játtaður í eini roynd at finna út av, hví toskurin hvarv, og hví hann ikki kemur aftur.

Í Grønlandi verður nú sagt frá nógvum toski eftir, at toskastovnurin har yviri hevur verið illa fyri í nógv ár.