Eingin vøkstur í Týsklandi

Nýggj tøl hjá hagstovubi Destatis vísa, at samanborið við seinasta ársfjórðing í 2008 var eingin vøkstur í týska búskapinum seinasta ársfjórðing í fjør. Ein talsmaður fyri hagstovuna sigur, at tølini eru eitt vónbrot, tí bæði í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør vaks týski búskapurin 0,5 prosent samanborið við somu mánaðir í 2008.

Destatis sigur, at hóast búskaparvøksturin ikki var meiri enn 0,5 prosent teir báðar ársfjórðingarnar í fjør, var talan um stóra broyting samanborið við tann fyrsta ársfjórðingin í fjør, tá búskapurin tódnaði meiri enn trý prosent.

Týski búskapurin er tann størsti í Evropa og gongdin har er avgerandi fyri, hvussu skjótt Evropa kemur burtur úr kreppuni.