Eingin uttanflokkalisti

Elin Tausen og Jógvan Philbrow, ið ætlaðu sær at stovna ein uttanflokkalista, ið skuldi leggja dent á bleyt virði og rættin hjá øllum til eitt gott lív, hava nú slept hesi ætlan, hóast móttøkan frá fólki hevur verið positiv.

Tey siga í tíðindaskrivi í dag, at tey ikki stovna uttanflokkalistan til hetta valið, men tó ætla at vera virkin í kjakinum upp undir valið, tí tey hava nøkur hjartamál, sum tey framvegis vilja varpa ljós á.

– Vónandi fer hetta løgtingsvalið ikki bert at snúgva seg um pengar og fisk, men eisini um rættin hjá øllum til eitt gott lív, siga Elin Tausen og Jógvan Philbrow.