Frank Davidsen
--------
Tann fyri fiskimálaráðharran so skammleysa kappingin, ið fór fram seinasta summar um makrelin, varð sambært honum ein fíggjarlig vanlukka fyri samfelagið, har landið misti hundraðar milliónir, kanska eina hálva milliard. Tað líktist heldur ongum, at marknaðarkreftirnar vóru noyddar at bjóða upp í 10 krónur fyri kilo, og upp aftur verri var, at tann slunkni landskassin beinleiðis stjól sær 100 milliónur burturav tí tilfeingi, sum sambært fiskimálaráðharranum er ogn teirra, sum hansara flokkur stríðist fyri dag og dagliga. Seinasta ár var alt ov lítil orka á landi til at taka ímóti og gagnnýta tað nøgd av makreli, ið vit høvdu tillutað okkum. Nú er so tað gleðiliga hent, at feløgini Varðin úr Gøtu og Delta Seafood á Tvøroyri eru samd um at seta uppsjóvarvirki á stovn á Tvøroyri. Hesi bæði feløg hava tað til felags, at tey í ringastu krepputíðum og fram til dagin í dag hava ment seg, soleiðis at tey við føroyskum kapitali nú leggja lunnar undir eitt nýmótans uppsjóvarvirki.
Nú er tað ikki nakað nýtt, at tað altíð eru byrjunartrupulleikar, tá eitt nýtt virki verður tikið í brúk. Virkið í Kollafjørði er eitt gott dømi um tað, har fleiri ár gingu, áðrenn alt riggaði, sum tað skuldi.
Har afturat so er eingin sum helst trygd fyri, at nýggja virkið stendur klárt, tá makrelveiðan byrjar, tí sambært umboðsmanni virksins, so var ætlanin at byrja 01.06 ella sum hann segði »í summar«.
Tað er sjálvsagt, at kappingarmoment verður einki, tá tvey virkir skulu taka ímóti og gagnnýta 130.000 tons av makreli, og hví skulu tey bjóða upp á makrelin, tá nøgdin er so stór, at tey kanska hava trupult við ar arbeiða undan. Tí nú skal sambært fiskimálaráðharranum makrelurin fiskast, tá prísurin er bestur, og tískil fær makreflotin helst boð um, at tað verður ein olympiskur fiskiskapur soleiðis, at kvotan verður fiskað í septembur og oktobur, tá mest fæst burtur úr.
Við hesum eru marknaðarkreftirnar settar út av spælinum, eins og millarda virðir á einum silvurfati verða løgd á sjálvtøkuborðið. Tí hví skulu virkini geva 10 krónur fyri kilo, tá tey kunna fáa makrel fyri 1 krónu kilo. Um henda ætlan verður veruleiki, so verður hvør stertur hjá uppsjóvarskipunum landaður uttanlands, sjálvt um tey við hesum eru noydd at gjalda eitt avgjald til landskassan. Samstundis verður einki grundarlag hjá trolflotanum at fara til makrelfiskiskap. Og hvussu nógv arbeiðspláss verða tá í samband við makrelfiskiskapin.
Um tað nú hendur, at virkið á Tvøroyri av eini ella aðrari orsøk ikki kemur í gongd sum ætlað, so er verður sjálvtøkuborðið upp aftur leskiligari.
Tískil er einasta rættað, at fáa so nógva móttøkuorku at taka í móti makrelinum sum gjørligt og bjóða alt út á eini uppsølu. Seinast ár kundi tað ikki lata seg gerða, at fáa móðurskip undir føroyskt flagg vegna væntandi lóggávu.
Fiskimálaráðharrin hevur úttalað seg um, at einki móðurskip skal inn á føroyskt øki. Hann skal bert broyta lóggávuna, so kunna móðurskip við føroyskari manning taka í móti makreli.