Eingin uppflyting men góðar royndir til ungu leikararnar (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen seta orð á kiksaðu uppflytingina

##med2##

Ígjár bleiv føroysk fótbóltssøga skrivað, og ikki fyri tað góða um skal hyggja eftir tí við ítróttarligum brillum.

07 Vestur tapti 2-4 fyri B36, og misti møguleikan at flyta upp í Betrideildina. Talan er um fyrstu ferð síðani 1976, at einki lið í mansfótbólti flytur upp í bestu fótbóltsdeildina.

Høgni Egilstoft Nielsen, liðskipari hjá 07 Vestur ásannar, at liðið hevur spælt seg av við møguleikan, og tað harmar hann almikið.

Á jaligu síðuni staðfestir Høgni tó, at nógvir ungir, lokalir spælarar hava fingið góðar royndir á liðnum í ár, og hann hevur vónir um, at tað kemur liðnum til góðar komandi kappingarár í næstbestu fótbóltsdeildini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen fyri løtu síðani. 

(Samrøða: Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur)