Eingin uppboðssøla

Andstøðuuppskotið um at selja part av makrel- og norðhavssildini á uppboðssølu er fallið.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kláraðu tá avtornaði bara at savna saman 11 atkvøður fyri uppskotinum, har mælt var til at selja 25.000 tons av makreli og 15.000 tons av norðhavssild á uppboði.

Hinvegin varð lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum samtykt við 21 atkvøðum.

Sambandsflokkurin hevur í fleiri umførum sagt seg vera fyri at selja ein part av uppsjóvarkvotunum á uppboði.

Og tað var við hesum útmeldingum í huga, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi komu við einum broytingaruppskoti til sítt egna uppskot. Flokkarnir mæltu upprunaliga til at selja 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av norðhavssild á uppboði.

Men heldur ikki tann royndin eydnaðist. Tí tá avtornaði atkvøddi Sambandsflokkurin saman við samgonguni.

- Semja er ikki í samgonguni fyri uppboðssølu, staðfestir Alfred Olsen, formaður í tingbólki Sambandsfloksins eftir at bæði lógaruppskotini hava verið til 2. viðgerð í dag.

Hoyr samrøðu við Alfred Olsen her: