KÍ og Víkingur hava í kvøld spælt 1-1 javnleik í Djúpumýru á Summarfestivalinum. Gunnar Vatnhamar legði í fyrsta minutti Víking á odda 1-0, meðan Jákup B. Andreasen javnaði til 1-1 fyri KÍ stutt undan hálvleik.
Í spælarametingunum hjá Víkingi sæst, at eingin leikari á liðnum avrikaði undir miðal, meðan einstakir leikarar avrikaðu yvir miðal.
Spælarametingar:
Elias Rasmussen 6: Hevur verið undir atfinningum fyrr í ár, men sær út til at blíva betur fyri hvønn dyst. Tað vóru fáir upplagdir málmøguleikar, men var sannførandi tá boð vóru eftir honum úti í feltinum.
Gert Hansen 5: Er ein rutineraður og stabilur verjuleikari. Las fleiri ferðir í fyrra hálvleiki støðurnar væl í verjustøðu og spældi sum heild ein góðan dyst.
Atli Gregersen 5: Var sum altíð avgerandi fyri at mótstøðuliðið kom til fáar málmøguleikar. Var serstakliga sannførandi fyrstu løtuna, men sum dysturin leið kom tað fyri nakrar ferðir at Albert Adu vann tvídystir móti honum. Tó spurdist einki vandamikið burturúr.
Erling Jacobsen 5: Var sannførandi í verjuspælinum, har hann nærum vann allar tvídystirnar sum hann fór í. Tóktist tó fleiri ferðir undir dystinum at fáa ov nógva luft og ferð undir bóltin, tá hann skuldi senda langar sendingar frameftir.
Hanus Jacobsen 5: Hevði gott tak á sínari síðu í verjuspælinum og hótti væl frameftir vøllinum. Serliga fyrstu løtuna, sum eisini var tann besta hjá Víkingi, var vinstri bakkurin eyðsýndur, men fall eitt sindur úr dystinum.
Gunnar Vatnhamar 5: Hevur havt eitt gott kappingarár, har hann nú heldur monnum sum Filip Djordjevic, Hans Paula Samuelsen og Heðini Hansen úti á bonkinum. Skoraði málið hjá Víkingi og stríddist sum heild væl. Men hevur verið meir eyðsýndur aðrar dystir.
Hans Jørgen Djurhuus 5: Spældi sum altíð skilagott á defensiva miðvøllinum hjá Víkingi. Var ikki so avgerandi fyri framrættaða spælið, men var serstakliga avgerandi fyri at KÍ ikki kom fram til stórar málmøguleikar.
Fróði Benjaminsen 5: Stóð seg væl á miðvøllinum, har hann kom í fleiri harðar takklingar. Fyrstu løtuna fóru KÍ leikararnir harðliga við rutineraða miðvallargeneralinum, men hann svaraði skjótt aftur. Kom í fleiri góðar støður við langskotum, men fekk ongantíð orduligt skot á.
Sorin Anghel 6: Spældi bara fyrstu løtuna, men tað var eisini besta løtan hjá Víkingi. Fekk týdningarmikil fríspørk úti í síðunum og stóð seg sum heild yvir miðal væl. Mátti tó út við skaða.
Sølvi Vatnhamar 6: Ársins leikari frá í fjør var aftur eyðsýndur í Klaksvík í kvøld. Var tann á liðnum hjá Víkingi sum skapti flestu skapandi støðurnar og arbeiddi væl allan dystin á tamb.
Adeshina Lawal 6: Hevur havt eitt gott kappingarár, og tað sást aftur undir dystinum í kvøld. Er ein sterk statión hjá Víkingunum at spæla niðan á, og var um reppið fleiri ferðir at koma í vandamiklar støður. Var tó sera væl ansaður.
Filip Djordjevic 5: Kom inn fyri Sorin Anghel tíðliga í fyrra hálvleiki og fall væl inn á liðið hjá Víkingi. Tað eydnaðist ikki eins væl frameftir vøllinum sum tað plagar, men arbeiðsinnsatsinum bilti einki.