Soleiðis sum málið liggur í løtuni, verður tað seinur dagur áðrenn tey í tey í Dali fáa tunnil. Og tað verður upp aftur longri til tey í Fámjin fara at fáa tunnil. Tað halda løgtingislimir í andstøðuni hjá Løgtinginum.
Løgtingið hevur havt drúgt orðaskifti um tunlar – og har er nógv at tosa um, tí fleiri tunlar eru í umbúna. Talan er um tunnil til Dals og tunnil til Fámjins, sum ætlanin er, at nýstovnaða tunlasjakki hjá Landsverki hjá skal gera. Harafturat er talan um at gera tunnilin til Hvalbiar og tunlarnir Norður um Fjall, sum ætlanin er at bjóða út.
Men tann stóri trupulleikin er, at samgongan hevur ikki sett nokk av pengum av til hesar tunlarnar, til at teir kunnu gerast so skjótt, sum løgtingslimir ynskja.
Landsverk hevur boðað frá, at tunlasjakkið kann bora 750 metrar av tunli fyri hvørjar 20 milliónir, sum verða játtaðar til endamálið. Tunnilin til Dals er 2,2 kilometrar langur og verður játtanin 20 milliónir játtaðar til endamálið um árið, fer tað sostatt at taka trý ár at bora hann, og so eitt ár afturat at gera hann lidnan, ella tilsamans fýra ár.
Hinvegin hava bæði løgmaður, og Kristina Háfoss, boðað frá, at ætlanin er at játtan til tunlasjakkið skal vera 12 milliónir um árið. Hendir tað, fer tað at taka eini seks ella sjey ár at gera tunnilin til Dals. Men veruleikin er, at á fíggjarætlanini fyri næsta ár, hevur samgongan ikki meiri enn sjey milliónir settar av til tunlasjakki, og verður tað endaliga úrslitið, fer tað at taka 10 – 12 ár at gera tunnilin til Dals. Og so verður tað ikki fyrr enn tá, at talan verður um at bora tunnil til Fámjins.
Samstundis eru 20 milliónir skarvaðar av tunlinum til Hvalbiar. Í lógini um Hvalbiartunlinum stendur annars at 52 milliónir skulu setast av til Hvalbiartunnilin, men tá ið Fíggjarlógin varð løgd fram, vórðu 22 milliónir skarvaðar av játtanini, so nú eru 30 milliónir eftir at bora Hvalbiartunnil fyri næsta ár.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, váttaði at tá ið hann læt uppskotið til fíggjarlógina frá sær, hevði hann sett 52 milliónir á til Hvalbiartunnilin. Men hann mátti ásanna, at tá ið fíggjarlógin varð løgd fram, vóru bara 30 milliónir eftir.
Tað merkir, at tað verður ikki liðugt at bora Hvalbiartunnilin fyrr enn í 2021 og sostatt kann heldur ikki farast undir tunlarnar Norður um Fjall fyrr enn tá. Men verða upprunaligu 52 milliónirnar settar av tl Hvalbiartunnilin, verður bæði hann, og tunlarnir Norður um Fjall, framskundaðir eitt ár.
Heðin Mortensen sigur, at hann vónar, at fíggjarnevndin tekur um endan og hækkar játtanina til tunlasjakkið upp í 20 milliónir um árið, so at Dalstunnilin kann gerast eftir fýra árum og hann vónar eisini, at játtanin til Hvalbiartunnilin verður hækkað aftur upp í 52 milliónir.
Hinvegin hevur Fíggjarmálaráðið nú um dagarnar gjørt nakrar broytingar í fíggjarlógini fyri næsta ár, men játtanin til tunlatoymið er ikki hækkað eina krónu og tað er játtanin til Hvalbiartunnilin heldur ikki.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, heldur, at tað er at renna undan ábyrgd, tá ið Heðin Mortensen nú vil hava Løgtingið at hækka játtanina. Hann heldur, at meinti hann tað í álvara, hevði hann syrgt fyri, at samgongan hækkaði játtanina, serliga nú samgongan hevur boðað frá broytingum, men har hendi einki
– Soleiðis spælir klaverið ikki, sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.