Eingin trygging móti ILA-sjúkuni

- Gongst, sum ætlað, verður møguligt at koppseta alifisk móti ILA í næstum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

Alivinna
Tað gongur ikki ov væl hjá føroysku alivinnuni í løtuni. Umframt ILA-smittuna, sum nú hevur breitt seg til 11 aliøkir kring um í landinum, eru klagurnar frá skotskum alarum um føroyskar dumpingprísir ein áhaldandi og tikkandi bumba undir føroysku alivinnuni.
 Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, ásannar, at ILA er størsta plágan á heilsuøkinum, sum serliga hevur rakt aliøkir í Norðoyggjum og Eysturoy, men eisini økir aðrastaðni í landinum, eitt nú í Streymoynni og Suðuroy. Einastu økir, sum ikki eru rakt í Norðoyggjum, eru Árnafjørður og Borðoyarvík. Í Suðurstreymi er økið útfyri Argjalandinum rakt, og í Suðuroy er ILA staðfest í Hovi.
- Tá ið eitt aliøki verður rakt av ILA, verður allur fiskurin tikin, og økið skal
liggja óbrúkt í eitt hálvt ár. Hetta er ein dyggur smeitur fyri alararnar, hóast tann fiskur, sum ikki er sjúkur, kann seljast. Virðini og úrtøkan verða nógv minni, tí alt má takast - eisini tann parturin, ið ikki er búgvin til tøku.
 Regin sigur, at reglugerðin fyri, hvussu ILA-økir skuldu handfarast, byggir á veterineru umstøðurnar. Endamálið er at avmarka smittuvandan, soleiðis at smittan ikki verður flutt millum økini við sjúka fiskinum.
 - Men tað er trupult at umgangast, at smittan ikki breiðir seg í enn størri mun enn higartil. Fiskur svimur jú í sjónum, og tað er eisini prógvað, at hýsa og sild kunnu gerast sjúk av ILA og bera smittuna við sær. Tí er heldur ikki óvist, at smittan upprunaliga ikki kann vera borin higar á slíkan hátt.
 Stjórin á Bakkafrost sigur, at tað í veruleikanum er eingin trygging ímóti tapi av ILA-smittuni.
 - Skuldi eitt alibrúk verið tryggjað ímóti ILA, hevði hetta kostað ov nógv í mun til tað, sum tryggingin gevur. Tí hava alarar onga trygging ímóti ILA, sigur hann.
 Um gongdina í alivinnuni, sigur Regin, at samlaðu tonsini, sum verða tikin í ár, helst verða nøkur fleiri enn í fjør, men síðan siga metingar, at ein minking verður í tonsatalinum tey næstu trý árini.

Koppseting móti ILA
Í løtuni verður arbeitt við at fáa loyvi frá ES at koppseta fiskin móti ILA. Koppsetingarevni er við at verða klárt. ES krevur, at okkara landsdjóralækni leggur fram eina ætlan um, hví vit skulu koppseta fiskin, og hvussu hetta skal fyriskipast. Landsdjóralæknin hevur greitt ES frá hesum, og umsókn um loyvi at koppseta er send, men enn er einki svar komið. Alarar vænta tó, at svarið kemur í nærmastu framtíð.
 Regin Jacobsen sigur, at norðmenn hava eisini søkt um loyvi at koppseta, men heldur ikki teir hava fingið hetta loyvi enn.
 - Í Kanada hava teir koppsett ímóti ILA í fleiri ár. Í byrjanini gekst nokk ikki so væl hjá kanadiumonnum, men bøtt hevur verið um koppsetingarevnið alla tíðina. Tað eru fleiri feløg, sum framleiða hesi evni. Hinvegin er ILA at meta sum ein influensa ella eitt forkølilsi. Tískil er ikki bara tað eina slagið av ILA-smittu og heldur ikki bara eitt slag av koppsetingarevni. Neyðugt er at finna rætta virusið fyri at kunna finna rætta koppsetingarevni, sigur hann og vísir á, at tað ikki er vist, at vit hava somu ILA-smittu í Føroyum, sum eitt nú í Kanada. 
 Regin sigur, at ES hevur mett ILA sum eina sonevnda eksotiska fiskasjúku, ið ikki er vanlig á okkara leiðum. Tí hava teir higartil ikki viljað loyvt koppseting.
 - Í ES hevur aling sínar røtur í landbúnaðarpolitikkinum, og her finnast nógvar ymiskar reglur um, hvørjum loyvt er at koppseta ímóti, og hvørjum ikki er loyvt at koppseta ímóti. Tað er tí eitt stórt skrivstovuveldi, sum vit skulu sannføra um tað rætta í at loyva koppseting móti ILA. Men eg trúgvi, vit koma har til, at hetta fer at laga seg við loyvinum frá ES.
 Hann vísir at enda á, at tá ið aðrar sjúkur raktu alivinnuna síðst í áttatiárunum, varð koppsetingarevni framleitt ímóti hesum sjúkum. Hetta gjørdi, at fiskurin fekk mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum. Í dag eru hesar sjúkur als eingin trupulleiki.
- Tí verður mett, at eitt koppsetingarevni ímóti ILA er einasti háttur at sleppa burtur úr ILA sjúkuni í Føroyum, sigur stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen.