The Dreams hava seinasta árið skrivað og spælt tónleik á donskum, og nú føroyski bólkurin var við í danska Grand Prixnum, sungu teir ein danskan sang, hóast teir eisini kundu havt sungið á enskum, sum tey flestu av hinum luttakarunum gjørdu.
- Í fyrstuni var tað sera løgið at syngja á donskum. Men tað var nakað tað sama, tá ið eg byrjaði at syngja á føroyskum til Tazi-útgávuna. Tá hevði eg bara sungið á enskum, so eg skuldi venja meg við at syngja á føroyskum, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams.
- Nú havi eg longu sungið nógv á donskum, og tað er eingin trupulleiki longur, sigur hann.
The Dreams hevur størri ætlanir enn bert at gera vart við seg í donskum tónleiki – á donskum.
- Vit ætla ikki at gera eina karrieru burtur úr at syngja á donskum. Hetta gera vit beint nú, men vit ælta at skifta aftur til enskt, sigur hann.
Fyrst skal danska fløgan hjá teimum tó koma út. Bólkurin skal uttan iva hava framførslur í sambandi við útgávuna, og so er ætlanin at venda eyguni ímóti útlandinum við enskum punkrocki.