Eingin trupulleiki ikki at vera valdur

- Onkur spurdi meg valkvøldið, hvussu tað kendist ikki at vera afturvaldur. Eg segði, at hetta er eingin trupulleiki – og at tað er ein annar dagur í morgin. At vera vónsvikin, tími eg ikki, sigur Kristian Eli Zachariassen, sum ikki varð afturvaldur á kommunuvalinum í Klaksvík

Fall

 

34 ára gamli Kristian Eli Zachariassen hevur verið býráðslimur fyri Sjálvstýrisflokkin í Klaksvík seinastu fýra árini, men á valinum týsdagin varð hann ikki afturvaldur. Umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum í Klaksvíkar býráð er nú Jógvan Skorheim, sum fekk 134 atkvøður. Hann er ungur, men hevur áður verið uppstillaður, bæði til býráðs-og løgtingsval.

- Nei, eg eri slett ikki vónsvikin. Tað broytir ikki fakta, og hetta ger eisini, at betri stundir vera til annað. Eg ætlaði ikki at stilla uppaftur hesaferð, men endaði kortini á listanum. Í fyrsta lagi havi eg rikið ov lítið og illa.

Tað sigur Kristian Eli Zachariassen, sum annars hevur sítt dagliga starv hjá Føroya Tele.

Valkvøldið spurdi onkur Kristian, hvussu tað kendist ikki at vera afturvaldur.

- Eg segði, at hetta er eingin trupulleiki – og at tað er ein annar dagur í morgin. At vera vónsvikin, tími eg ikki, tí tað kanst tú ikki brúka til nakað, sigur Kristian, sum í hvussu er hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur á komandi løgtingsvali.

Hann sigur seg ikki tíma at stilla upp bara fyri at stilla upp.

- Eg fekk 75 atkvøður hesaferð – og misti einar 18 í tali. Men tað eru hóast alt hesi 75, sum á valinum settu sítt álit á meg.

Kristian Eli Zachariassen sigur, at óhugsandi er ikki, at hann fer at stilla uppaftur einaferð seinni.

- Sum er, verður tað ikki, tí eg tími ikki at brúka pening upp á eitt komandi løgtingsval, tá tú ikki verður valdur kortini, leggur hann aftat.