Dráttur-Mjølnir 0-2
(12-21, 9-21, 9-21, 14-21)
Leygardagin var høllin í Sørvági karmur um dystin í meistaradeildini hjá kvinnum millum Drátt og Mjølnir.
Orsøkin var tann, at sølustevna var í høllini á Giljanesi, og tí var einki annað at gera hjá Drátti enn at flyta dystin til Sørvágs.
Um tað var tað sum skapti ótryggleikan ella ikki, skal vera ósagt, men ein veruleiki er tað tó, at leikararnir á Dráttur liðnum vóru ótrúliga ótryggar - serliga í móttøkuni, sum er so grundleggjandi fyri álopsspælið.
Eingin ivi
Hóast Mjølnir var komið vestur í Vágar við bara seks leikarum, so var kortini eingin sum helst ivi um hvat av liðunum var tað betra.
Mjølnir var við yvirlutan frá byrjan, og tær vendu sær ongantíð fyri at hyggja at hvussu til stóð hjá vertunum, sum jú á ein hátt eisini vóru á útivølli.
Klaksvíksdámurnar, sum manglaðu Margit Joensen, konsentreraðu seg um sítt egna spæl, og tað vísti seg vera rættiliga skilagott.
Móttøkan virkaði rættiliga væl, og servurnar vóru neyvar.
Serliga Marjun Kalsø og Tove Riksfjord vóru bonskar í servuni og tað var meira enn Drátturgenturnar megnaðu at standa ímóti.
Í blokkinum var tað enn einaferð Tina Jacobsen, sum stóð seg væl.
Hon er framúr effektiv í blokaduspælinum og dugir eisini sera væl at brúka longdina í álopsspælinum.
Avgjørd í sløgunum, so eingin ivi er um, at hon ætlar sær at vinna bóltin hon slær.
Ov óroyndar
Grundarlagið undir sigrinum hjá Mjølni var enn einaferð, tað væl skipaða spælið.
Við veteraninum á odda lótu tær seks ongantíð nakran iva vera um at hesi stigini ætlaðu tær sær og tað gav eisini úrslit.
Hjá Drátti var trupulleikin leygardagin í hvussu er, at einki skil var á móttøkuni.
Í løtum vann Mjølnir fleiri servur á rað, uttan at vágaleikararnir gjørdu stórvegis afturímóti.
Tað tykist, sum mangla tær ein leikara, sum gongur undan á vøllinum og vísir hinum - serliga teimum yngru - at soleiðis skal tað gerast, og ein slíkur leikari verður ikki uppfunnin eftir einari nátt.
Annars tykist leikaratilfarið ikki vera so galið kortini. Gerda Nattestad roynir at koyra á, men hon fær ov lítið burturúr einsamøll, men heldur hon fast við hugburðin er eingin ivi um, at tað fer at síggjast eftir seinni.
Helga Nordendal hevur royndirnar, men hon fær ov lítið burturúr í løtuni. Hon dugir at sláa, men úrtøkan er ov lítil.
Tann mest spennandi leikarin tykist tó vera Herborg á Mýruni, sum er hevari hjá Drátti.
Hon gav tað hon átti, og hóast úrslitið ikki altíð var tað hon ætlaði, so hevur venjarin gott at byggja víðari á, tá hugburðurin er til staðar.
Fer at bragda
til síðst
Ein av orsøkunum til tað keðiligu gongdina hjá Drátti er tó, at fleiri av teimum spælarunum, sum ætlandi skuldu vera við í ár, nú kortini ikki vóru tøkar við ársbyrjan.
Í flestu førum var tað av náttúrligum ávum, men tað merkist líka væl á liðnum fyri tað.
Nú tykist tó at tað fer at lýsna, soleiðis at venjarin fær fleiri leikarar at velja ímillum, og tað ger kappingina betri.
Onkrir leikarar, sum hava hildið frí, eru á veg inn aftur á liði, og tí skuldi verið ein møguleiki, at tað fer at bragda hjá Drátti til síðst.
Higartil hava tær verið trúgvar í landskappingini hóast úrtøkan ikki altíð hevur verið tann besta, tí tær hava ongantíð enn verið heilt frammi í oddinum