Eingin toskur á Føroyabanka

Av 130 tonsum, sum 12 útróðrarbátar fingu á Føroyabanka, vóru bara góð 2,5 tons toskur.

 

 

Útróðrarbátar í bólki 5, sum eru teir smáu útróðrarbátarnir, fingu 30 felagsdagar á Føroyabanka í ár.   

 

Tilsamans 12 útróðrarbátar vóru á Bankanum við línu og brúktu hesar dagar. 

 

Teir fingu góð 130 tons tilsamans, sum vórðu seld fyri stívliga tríggjar miljónir krónur. Hetta gevur góðar 23 krónur í miðal fyri kilo fyri øll fiskasløgini samanlagt.

 

Vørn hevur gjørt eitt neyvt yvirlit yvir, hvat hvør bátur fekk, hvussu nógvir avreiðingardagarnir vóru, hvørji fiskasløgini vóru, og hvat hvør bátur fekk fyri fiskasløgini. 

 

Tað var hin 1. mai í ár, at fyrsti báturin úr bólki 5 fór út á Føroyabanka, og hin 3. juni vóru teir 30 felags fiskidagarnir hjá bólkinum brúktir.

 

Tá hugt verður í yvirlitið hjá Vørn yvir, hvørji fiskasløgini útróðrarbátarnir fingu á Føroyabanka, sæst, at stívliga 87 tons av tilsamans 130 tonsum var hýsa – og bert hálvt triðja tons var toskur.

 

Prísurin fyri hýsuna lá úr stívliga 20 krónum og upp í góðar 26 krónur fyri kilo. Prísurin fyri tosk av Bankanum lá úr stíviga 30 krónum fyri kilo og upp í 34,81 krónur fyri kilo.

 

Onnur fiskasløg, sum bátarnir fingu, vóru eitt nú longa (22,9 tons), brosma (8,6 tons), havtaska (4,2 tons) og skøta (3,7 tons).

 

Niðurstøðan er, at tað er lítil toskur á Føroyabanka, og tað er einki, sum bendir á, at friðingarnar gjøgnum hesi mongu ár, havt ta ávirkan, sum vónað hevur verið.

 

Tað eru fleiri ár, síðan nøkur vinnulig veiða var á Føroyabanka, men í ár hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, loyvt ávísari – og avmarkaðari – veiði aftur á Bankanum.

 

Línuskipini hava fingið átta dagar í part, og útróðrarbátar í bólki 5 fingu sum áður nevnt 30 felags fiskidagar.