Fiskastovnar
Tað var leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, sum legði fyri á tíðindafundinum í Nóatúni í morgun.
Tíðindafundurin varð fyriskipaður, eftir at tað er vorðið greitt, at altjóða havgranskingarfelagsskapurin ICES fer at mæla lóggevandi myndugleikunum til, at eingin beinleiðis toskaveiða verður undir Føroyum komandi fiskiár, hvørki á Føroyabanka ella á landgrunninum annars.
Á tíðindafundinum vísti Hjalti á nøkur viðurskifti, sum viðvirka til, at gýtingarstovnurin á toski er so illa fyri.
Døpur útlit
Í fleiri ár hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt gróðurkanningar, og tað vísir seg nevniliga, at gróðurin á landgrunninum hongur neyvt saman við tí, sum fiskurin fær at eta.
- Útlitin eru døpur, og vit tora ikki at mæla til annað enn, at eingin toskur verður fiskaður í beinleiðis veiði komandi fiskiár.
Hjalti sigur, at tølini yvir gróðurin higartil í ár eru lægri enn miðal. Royndirnar siga okkum, at er gróðurin á landgrunninum góður, kemur nógv undan av toski – og er gróðurin lítil, kemur minni undan.
- Vit fáa nýggj tøl yvir gróðurin heilt skjótt, men sum er bendir einki á, at vit fáa góðan gróður á landgrunninum í ár, sigur hann.
Eitt annað, sum eisini kom fram á tíðindafundinum í morgun, var, at tá gróðurin er lítil, og minni er at eta, tekur fiskurin betur á agn.
Hjalti vísti á, at ikki minst royndin her inni á leiðunum, har toskurin veksur til, er økt munandi við betri og effektivari útróðrarbátum, sum seta meira línu enn áður.
- Vit hava fingið nógvar nýggjar útróðrarbátar, og nógvir seta úr trakt, sum merkir, at teir altíð royna við nýggjum agni. Haraftrat kemur, at menn eru farnir at innflyta ymisk sløg av agni, umframt at nógvir royna við feskari gággu, sum toskinum dámar væl.
Mugu steðga á
Jákup Reinert, fiskifrøðingur, segði, at ráðgevandi nevndin hjá ICES hevði fund seinasta hóskvøld, men endaliga tilmælið verður ikki almannakunngjørt fyrr enn fríggjadagin.
Fiskifrøðingurin segði, at meðan gýtingarstovnurin hjá toski er illa fyri – ja, so illa fyri, sum ongantíð áður, er betri vorðið við hýsu-og upsastovninum.
- Trupulleikin er, at hóast vit onga beinleiðis veiði hava eftir toski, er toskur uppi í veiðini saman við eitt nú hýsu, sum línubátarnir veiða. Hvussu hesin trupulleikin kann loysast, verður neyðugt at taka upp.
Veiðitrýstið á hýsu er hóskandi, og soleiðis er eisini við upsanum, men trýstið á upsan má ikki økjast.
- Einasti máti at verja toskastovnin, er at steðga á, tí soleiðis sum støðan er í løtuni, er gýtingarstovnurin niðanfyri tað, sum vit rópa fyrivarnisregluna.
Jákup Reinert ásannaði, at hetta er ein rættiliga keðilig støða, og tí er ráðgevingin “harðlig”, sum hann tók til.
- Skipanin sjálv klárar ikki at byrgja uppfyri niðurgongdini í gýtingarstovninum hjá toski. Tað er ikki skipanini, sum galið er við, men talinum á døgum saman við teimum náttúrugivnu viðurskiftunum, ið hava ávirkan á toskastovnin, segði Jákup Reinert.
Neyvan veiðiforboð
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, var eisini við á tíðindafundinum í morgun.
- Sum eg skilji fiskifrøðingarnar, er støðan við gýtingarstovninum á toski ikki góð. Hon er kanska verri, enn vit vónaðu.
Spurdur, um landsstýrið fer at seta forboð móti beinleiðis veiði eftir toski á landgrunninum, sigur landsstýrismaðurin, at tað er neyvan hugsandi.
- Vit hava ikki fingið tilmælið hjá Fiskirannsóknarstovuni enn, og vit fáa eisini tilmæli frá Fiskidaganevndini. Tá hesi eru á borðinum, fara vit at viðgera málið um, hvussu veiðan og fiskidagar verða komandi fiskiár, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.