Torrahugnin, sang- og hugnaløtan, sum skuldi verða í Skálanum í Klaksvík, er avlýst. Tað boðar formaðurin í Klaksvíkar Dansifelag frá.
Sambært skránni fyri torradagar skuldi hetta tiltak verða í Skálanum í annaðkvøld klokkan 19.30, men er nú avlýst vegna vantandi undirtøku.
Kendi frásøgumaðurin, Marner á Skúr og eisini navnframi harmonikuleikarin, Jóannes Jóhannesen, skuldi undirhalda á hugnaløtuni.
- Men vegna ov lítla undirtøku er tiltakið, sum í fjør eydnaðist avbera væl, tíverri avlýst, siga tey í Klaksvík.
Tað er formaðurin í Klaksvíkar Dansifelag, Heini Mohr, sum boðar frá hesi avlýsing í kvøld.










