ES hevur slept ætlanini um at fáa ein altjóða toppfund um kreppuna í Georgia Ætlanin hjá ES var at skipa fyri einum altjóða Georgia-toppfundi í Genéve í næsta mánað, men ætlanin er nú slept.
Tí boðaði franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kouchner, frá aftan á ein fund millum uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum og Russlandi í New York í gjár.
Ístaðin fyri ein politiskan toppfund eru ES og Russland samd um at skipa fyri einum Georgia-fundi á embætismannastigi. Tann fundurin verður 15. oktobur.