Brot
Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at sambært kunngerðini um meskastøddir, er eingin toleransa sum loyvir, at meskarnir kunnu vera undir ásettu mátini.
- Vit hava soleiðis ikki heimild til at gera undantøk frá ásetingunum. Gera vit tað kortini, bróta vit kunngerðina, og tað kunnu vit sjálvandi ikki.
So avgjørdur er leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum.
Tað er soleiðis heldur ikki uppgávan hjá eftirlitinum at gera av, hvør hevur ábyrgdina av, at meskar í lutfalsliga nýggjum trolposa eru ov smáir.
- Tað er lóggávuvaldið sum ásetir, hvørjar reglurnar eru, og okkara uppgáva er at syrgja fyri, at reglurnar verða fylgdar, sigur Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum.










