Í sambandi við at tað í gjár í blaðnum kom alment fram, at eingin kavaratilbúgving er í Føroyum, hava vit vent okkum til Bjørn Kalsø, sum er avvarðandi landsstýrismaður fyri allari tilbúgving her í Føroyum, at vita, um hann sum landsstýrismaður kann liva við, at eingin hevur skyldu til at bjarga fólki, sum til dømis eru farin á sjógv í einum bili.
Ógvuliga kompliserað øki
- Hetta er eitt øki, sum er ógvuliga kompliserað, og tað er mær vitandi heldur ikki løgfrøðisliga dagført. Í flestu førum siga vit, at tilbúgvingarskipanin byggir á lokala ábyrgd, men í hesum førinum er tað ikki grett, um ábyrgdin er lokal, sigur Bjørn Kalsø, sum tó vísir á, at í sambandi við havumhvørvislógvina hava kommurnar ábyrgdina, um oljudálking er inni á vágni.
- Hetta er eitt veldugt øki, sum verður tikið upp. Tað stendur í samgonguskjalinum, at alt tað, sum eitur tilbúgving, skal takast upp, og tað verður arbeitt við tilbúgving í breiðari høpi í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.
Bjørn Kalsø sigur, at um vit hyggja eftir, hvussu støðan er aðrastaðnis, so er greitt, at økið er kompliserað, og at tað krevur nógva útgerð, útbúgving og fólk. Landsstýrismaðurin vísir á, at onkrar kommunur hava sjálvbodnar kavarar og útgerð, men tær eru fáar í tali, og at Fiskiveiðieftirlitið hevur útbúnar kavarar og útgerð. Trupulleikin er tó tann, at tað er avmarkað, hvussu skjótt teir kunnu verða á staðnum, tá ið ein ólukka hendir, sigur hann.
Kavaravakt er ógvuliga kostnaðarmikil
- Um vit skulu hava lokala kavaravakt, so er greitt, at tað er ógvuliga kostnaðarmikið, og spurningurin er eisini, um fólki er til tað, sigur Bjørn Kalsø.
- Hetta er tó eitt øki, sum man er noyddust at hyggja uppá, og vit noyðast at meta um, hvussu frægast er at loysa tað, sigur landsstýrismaðurin.
Sum áðurnevnt verður arbeitt við allari tilbúgving sum heild í løtuni, men ongar beinleiðis ætlanir eru um, hvar ábyrgdin av kaving í sambandi við bjarging skal liggja, sigur Bjørn Kalsø at enda.