Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at koma við øðrum uppskoti, sum javnsetur samkynd foreldur, so tað ikki verður neyðugt hjá Johan Dahl at atkvøða saman við andstøðuni. Men hóast fleiri royndir, so hevur tað enn ikki borið á mál hjá løgmanni.
Miðflokkurin hevur sett tummilskrúvuna á, tí flokkurin góðtekur ikki, at ein tingmaður fer í sjálvdrátti og atkvøður fyri einum andstøðuuppskoti. Tí tað hava tey avtalað í samgoguskjalinum.
Johan Dahl hevur kortini víst á, at talan er um etiskt mál, har siðvenja er, at hvørt tingfólk atkvøður eftir síni egnu sannføring.
Málið kann spreingja samgonguna. Tí verður tað samtykt, so verða samkynd foreldur javnsett í barsilsskipaini – og harvið blástemplar ein samgonga, har Miðflokkurin hevur søguliga stórt vald, homoseksualitet. Tað kann ikki henda, tí tað ger seg inn á tilverugrundarlagið hjá Miðflokkinum. Ein av grundsúlunum undir Miðflokkinum er at vera ímóti homoseksualtiteti.
Men hinvegin er valla hugsandi, at Jenis av Rana fer at pakka í sekkin. Við bæði Uttanríkisráðnum og Mentamálaráðnum hevur Miðflokkurin fingið søguliga stórt vald frá Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.
Hildið verður tó, at málið verður ikki samtykt, fyri tað um Johan Dahl atkvøður saman við andstøðuni. Tí Kristin Michelsen er partur av samgonguni, og hann hevur lovað at gera alt hann kann, fyri at gera Javnaðarflokkinum og Aksel V. Johannesen fortreð. At forða andstøðuni at vinna á samgonguni er at gera Javnaðarflokkinum fortreð. Tí er hugsandi, at Kristin Michelsen fer at atkvøða saman við samgonguni og fella málið.
Men nú er annar jokari komin á ting, nú Annika Olsen hevur tikið sæti á tingi. Sjálvt um hon sum tingkvinna í 2016 atkvøddi ímóti at geva samkyndum rættindi at giftast, so hevur hon sum borgarstjóri í Havn skift støðu. Hon hevur gift 10 samkynd pør og hevur ikki dult fyri, at hon stuðlar LGBT og teirra virksemi. Seinast við at gera ein leigusáttmála við LGBT um at húsast í ognum hjá Tórshavnar kommunu.
So er spurningurin, um hon aftur hevur skift støðu, nú hon er komin á Løgting fyri Fólkaflokkin. Spurd um hetta, hevur hon bara víst til orðini hjá løgmanni um, at hann fer at finna eina virðiliga loysn.
Tí liggur bólturin hjá løgmanni. Hann var eins og øll hini í samgonguni ímóti at geva samkyndum rættindi at giftast. Hann hevur ein samstarvsflokk, sum ikki vil hoyra talan um at geva samkyndum nøkur sum helst rættindi afturat. Og hann hevur eitt bakland í Sambandsflokkinum í Havn, sum heldur við Johan Dahl og vil geva samkyndum hesi javnrættindini í barsilsskipanini.
Eingin ætlan var hjá samgonguni at geva samkyndum nøkur rættindi afturat. Als ikki. Tí kemur støðan hjá Johan Dahl illa við hjá løgmanni. Johan Dahl var ikki á tingi, tá samkynd fingu loyvi at giftast. Tveir sabandstingmenn, sum ikki eru á tingi longur, Edmund Joensen og Magni Laksafoss, atkvøddu saman við táverandi samgongu.
Hesaferð vildi samgongan binda um heilan fingur, so tey høvdu felags støðu í síkum málum. Sambært Helga Abrahamsen, so varð hetta gjørt, tí at onkur var bangin fyri, at onkur annar fór at skjóta upp at rulla hjúnabandslógina aftur, so sum Miðflokkurin og Fólkaflokkurin lovaðu í valstríðnum.
Helgi Abrahamsen skrivar soleiðis um hetta á Facebook í dag:
»Faktiskt vendi hatta tann øvugta vegin. Onkur vildi spola hjúnabandslógina aftur, men tað vildu onnur ikki. Tí bleiv avtalað, at einki tílíkt skuldi gerast, uttan so at øll vóru samd um tað.
– So tá avtalan verður brotin annan vegin, so kunnu vit bara gita um, hvør næsti partur í leikinum verður«.
Hjá løgmanni stendur tí á gomlum nøglum. Enn vita vit ikki, nær málið kemur til 2. viðgerð á tingi, men hugsandi er, at tað verður í næstu viku.